Sandoyingar mugu bíða eina viku afturat

Hassfjord fekk órudd um skrúvuna og tað varð eitt verri skil

Týsdagin fekk strandfaraskipið, Hasjford, um skrúvuna á veg inn í Skopunar Havn, so at hann misti motororkuna. Kavari fór at kanna málið og tað vísti seg, at tað var einki minni enn at tað var eitt burturblakað dekk av einum traktori, sum var komið um skrúvuna.  

 

Tað eydnast manningini, saman við kavaranum at fáa dekkið av skrúvuni, men Strandferðslan sigur, at tá ið tey royndu at sigla skipað aftur frá bryggju var staðfest, at óhappið hevði elvt til brek á gervið, ella gearið, og koblingina. Skaðin var so mikið stórur, at Hasfjord mátti sleipast á Mest í Tórshavn, har skuldi takast upp í dag.

 

Síðani skal gervið og koblingin, takast sundur fyri at fáa staðfest, hvussu umfatandi skaðin er og fyri at vita um tað verður neyðugt at skaffa eykalutir uttanlands. Strandferðslan sigur, at sostatt er tað ikki væntandi, at Hasfjord siglur aftur hesa vikuna.