Suðuroyingar og Sandoyingar skulu vænta sær óstøðugt internetsamband í eina tíð afturat.
Tað sigur Páll Vesturbú, stjóri í FT net sum umsitur netið, sum alt telesamskiftið gongur ígjøgnum.
Tað eru ein røð av óhappum, sum elva til, at telesamskiftið til og úr Sandoy og Suðuroy, er óstøðugt, og Páll Vesturbú sigur, at tað gongur ein tíð áðrenn tað heilt er fingið í rættlag aftur.
Hann sigur at støðan er tann, at síðsta summar slitnaði kaðalin ímillum Skálavík í Sandoynni og Víkabyrgi í Suðuroy.
Tað ávirkaði ikki sambandið so illa, men í januar fekk kaðalin ímillum Miðvág og Hvalba eisini skaða.
Sosatt var brek á báðum kaðalunum til Suðuroynna, men fyri eini viku síðani varð kaðalin ímillum Skálavík og Víkarbyrgi, umlagdur - og nú kemur hann upp í Tjaldavík í staðin.
Men í morgun hendi so tað, at brek er komið á kaðalin ímillum Gomlurætt og Skopun.
Og tað elvir til trupulleikar, tí hann er einasta samband ímillum meginøkið og Sandoynna.
Og nú kaðalin ímillum Miðvág og Hvalba eisini er óvirkin, er kaðalin um Skopunarfjørð samstundis eisini einasta sambandið til Suðuroynna.
Sosatt er brek á tveimum kaðalum og tað merkist á internetsambandinum til Sandoy og Suðuroy.
Páll Vesturbú sigur, at nú verður roynt at fáa bøtt um radiosambandið ímillum Streymoy og Sandoy, men hann væntar ikki, at nøkur broyting verður í dag.
Men gongst sum ætlað, skuldi internetið í Sandoy og í Suðuroy rigga betri eina ferð í morgin. Ætlanin er so eisini at bíleggja størri radiokapasitet fyri at bøta um sambandið.
Men hann sigur, at av tí at tveir kaðalir eru slitnaðir, er væntandi, at sambandi verður ikki heilt trygt aftur fyribils, tí brekini skulu umvælast.
Gongur tað sum hann væntar, fer tað at ganga nakrar vikur, áðrenn sandoyingar og suðuroyingar fáa fullgott internetsamband aftur, tí hesar næstu vikurnar verður netsambandið ikki líka støðugt sum tað hevur verið.
Páll Vesturbú sigur, at tað er trupult arbeiðið at umvæla kaðalirnar, serliga inni við land, tí streymurin er so harður og ofta eru aldurnar stórar.
Men hann sigur, at kaðalarnir verða umvældir tá ið umstøður eru til tað.
Sostatt havsa tað verið tríggir kaðalfeilir upp á eitt hálvt ár, men Páll Vesturbú sigur, at umstøðurnar eru vánaligar, tí tað rekur hart og botnurin er púra berur, har kaðalarnir liggja.
– Tað er ringt at fáa nakað, sum heldur, sigur hann.