Sandoyingar og suðuroyingar ringast fyri

Í umfatandi kanningini, Manntal, var millum annað spurt um, hvussu føroyingar sjálvir mettu um egna heilsu. Tað vísir seg, at suðuroyingar og sandoyingar meta seg hava vánaligastu heilsuna í landinum, hóast tølini eru lutfalsliga lág.

Eisini tá spurt verður um, í hvønn mun varandi heilsutrupulleikar avmarka dagligt virki, er støðan hin sama.

Í svarunum siga 10% av sandoyingum seg vera avmarkaðar í dagliga virkinum vegna varandi heilsutrupulleika í stóran mun. Í Suðuroy eru tað umleið 8-9%.

Í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymoy og Suðurstreymoy eru tað undir 5%, sum siga seg hava avmarkað dagligt virki av varandi heilsutrupulleika.

Í Vágum heldur fleiri, fram móti 5%.

Annars vísa tølini, at umleið 10% av fólkinum millum 80 og 89 siga seg hava ringa heilsu, men talið minkar millum tey, ið eru yvir 90 niður í umleið 7%.