- Tað ræður um at leggja setrini á bilinum afturá, sleingja beinini upp á instrumentbrettið og njóta góðar og klassiskar filmar Úti í Støð á Sandi í vikuskiftinum 27.-28. november. Kanska tú bjóðar unnustuni til ein romantiskan dramafilm, ommubørnunum til heimsgitnan teknifilm - ella tú og vinfólkini fara ein túr at hyggja eftir einum jólaklassikara, sum vekir gomul barnaminni.
Soleiðis siga tey á VisitSandoy í tíðindaskrivi, nú drive-in-bio verður á Sandi um vikuskiftið. Sagt verður, at nógvastaðni í Føroyum hevur verði lýst við drive-in-bio, og nú eiga sandoyingar tørn at sleppa í biograf, meðan tey sita væl til rættis í egnum bili.
Nýggjasta fyribrigdi innan biografheimin í Føroyum er Drive-In Bio. Hetta tók serliga dik á seg í ár, tá hetta eisini er eitt gott og korona-vinarligt tiltak. Nógv nýggj og øðrvísi tiltøk eins og hetta eru sprottin úr hugflognum hjá íverksetarum, tá vit øll vórðu noydd at tillaga gerandisdagin. Drive-in-bio ger tað samstundis møguligt hjá borgarum í ymisku økjunum kring landið, sum ikki hava biografar, at sleppa at njóta ein biograftúr í nærumhvørvinum.
- Tað sigst at føroyingar einaferð vórðu raskastu skandinavar - eftir íslendingar - at ganga í biograf. Í seksti-og sjeytiárunum vóru umleið 13 biografar í Føroyum, og millum hesar var eisini Skopunar Biografur. Síðan tá er talið minkað, og nú eru Havnar Bio og Atlantis Bio einastu biografar í Føroyum.
Á VisitSandoy vísa tey á, at tað eru mong ár síðan, at biografur var í Sandoynni, men nú hava fólk so høvi at royna biografin aftur - á ein eitt øðrvísi hátt.
- Nakað, sum hoyrir til ein biograftúr, er poppkorn, góðgæti, sodavatn og kaffi, og hetta verður sjálvandi eisini at fáa til keyps Úti í Støð, tá filssýningarnar verða, og tað verða fólk hjá Sandoyar Fimleikafelag, sum fara at selja.
Tað ber ikki til at keypa við korti Úti í Støð, bara við kontantum.
Tríggir filmar, Frozen II, Home Alone 1 og A Star Is Born, verða sýndir 27.-28. november, og fólk kunnu keypa atgongumerki á https://visitsandoy.booklocal.fo/ siga tey á VisitSandoy.