Sandoyingar tvinga samgonguna á knæ

Hvørki Páll á Reynatúgvu ella Gerhard Lognberg fara at góðtaka, at Sandoyartunnilin verður útsettur, men taka teir stuðulin til samgonguna aftur, missur hon samstundis meirilutan

Spurningurin um nær Sandoyartunnilin skal gerast, kann skjótt vísa seg at verða drepandi fyri nýstovnaðu CHE samgonguna.

Á síðu 8 staðfesta vit, at samgongan kann ikki veita trygd fyri, at farið verður undir Sandoyartunnilin 1. november næsta ár, soleiðis sum Løgtingið annars hevur samtykt.

Bæði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í vinnumálum siga, at nú skal ein raðfesting gerast yvir allar íløgur og enn ber ikki til at siga, hvar í hesi raðfestingini, Sandoyartunnilin endar.

Samgongan hevur bara 17 tinglimir í bakinum og hon tolir sostatt ikki at missa ein tann seinasta tinglim, tí so missur hon samstundis meirilutan.


Verður ikki góðtikið

Nú samgongan er skipað, eru báðir tinglimirnir úr Sandoynni, Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg, við í samgonguni.

Men teir gera báðir púra greitt, at teir fara ikki at góðtaka, at Sandoyartunnilin verður skotin út í framtíðina.

Páll á Reynatúgvu hevur lagt merki til, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu ítøkiligt samgonguskjalið er á ymsum økjum.

- Sumt er heilt ítøkiliga orðað í samgonguskjalinum, men sumt er uttanumtos. Einastaðni stendur heilt ítøkiliga, at trygdarmiðstøð skal gerast í Klaksvík, men, hvat viðvíkur Sandoyartunlinum, eru orðingarnar meiri flótandi.

Páll á Reynatúgvu heldur, at tað er ein trupulleiki, at samgonguskjalið ikki nevnir Sandoyartunnilin.

- Síðsta valskeið fór við at bíða eftir eini avgerð um Sandoyartunlinum og tað verður í hvussu so er ikki við mær sum grundarlagið hjá hesi samgonguni, at bíðað verður í fýra ár afturat við at fara undir Sandoyartunnilin, slær hann púra fast.

Hann sigur, at verður hann verandi á tingi og skal hann stuðla samgonguni, verður tað tískil ein treyt, at Sandoyartunnilin verður raðfestir so frammaliga, at farið verður undir hann, soleiðis sum ætlað.

- Skal tað eydnast at halda lógina um at byrja upp á Sandoyartunnilin 1. november næsta ár, verður neyðugt at seta 10 milliónir av á fíggjarlógini fyri í ár og aðrar 10-15 næsta ár til at fyrireika, projektera og bjóða arbeiðið út.

- Sostatt er neyðugt at játta 20-25 millónir í ár og næsta ár til at fyrireika tunnilin, áðrenn funnið verður fram til, hvussu arbeiðið at fíggjast annars.

Páll á Reynatúgvu hevur lagt til merkis, at tinglimir í samgonguni hava ikki viljað sagt, at farast skal undir tunnilin næsta ár, sum tað er samtykt í Løgtinginum.

Og tað hevur hann undrast á.

- Antin verður staðfest, at tunnilin skal gerast og so átti tað ikki at verðið so torført at sagt tað. Hin møguleikin er, at hon skal ikki gerast, men so er at boða frá tí.

- Men fyribils slái eg meg til tols við, at nýggju landsstýrisfólkini eiga at fáa høvi til at seta seg inn í síni málsøki og tey eiga eisini at fáa møguleikan at koma við einum uppleggi um, hvussu ætlanin er at halda lógina, sum er samtykt um at tunnilin skal byrjast næsta ár.

- Eg gangi bara út frá, at Løgtingið ætlar at halda seg til lógina, sum er samtykt, leggur hann afturat.


Tvætl at tosa um raðfesting

Heldur ikki Gerhard Lognberg fer at lata sær lynda, at Sandoyartunnilin verður útsettur.

- Eg fari ikki at góðtaka, at Sandoyartunnilin verður útsettur, sigur Gerhard Lognberg í stuttari viðmerking.

-Tað verður ikki við mær í samgonguni, leggur hann afturat.

Hann sigur, at tað er tvætl at tosa um eina raðfesting í sambandi við Sandoyartunnilin.

- Tann raðfestingin er gjørd og eftir henni skal Sandoyartunnilin byrja 1. november næsta ár og tað er enntá samtykt í Løgtinginum.

- Eg góðtaki ikki, at sandoyartunnilin verður útsett. Tvørturímóti skal peningur setast av á fíggjarlógini í ár og næsta ár, so at arbeiðið kann byrja 1. november næsta ár.

Uppgávan hjá landsstýrisfólkunum verður nú at leggja eina ætlan fram, so at eg veit, hvørja støðu tey hava.

- Og tað verður so avgerðandi, hvørja støðu, eg fari at hava, staðfestir Gerhard Lognberg.