Fótbóltur
Eftir 19. umfarið er søgan í næstbestu deildini tann sama, sum hon leingi hevur verið. B71 og AB varðveittu uppflytingarplássini. TB fekk enn eina ferð fult, og í botninum løgdu VB/Sumba og Royn rygg til samantalt 20-1 tap, tá ið tey vitjaðu í høvuðsstaðnum.
Úrslitini bera boð um, at ovastu og lakastu liðini hoyra ikki heima í somu deild. Hóast tað framvegis eru 24 stig eftir at spæla um, so tykist eingin ivi at vera um, at tey bæði niðastu liðini fara at flyta niður í deildina, har avrikini hjá teimum higartil í ár hava víst, at tey hoyra heima.
B71 og AB hava kós móti bestu deildini. Um hesi bæði ella møguliga ein annar uppflytari fara at megna Formula fótbólt fer tíðin at vísa. Einki er kortini at ivast í, at uppflytararnir á sama hátt sum tey, ið nú manna bestu deildina fara at dubba seg, tá ið tað verður greitt, hvørji nýggju liðini í bestu deildini skulu vera.
Í 20. umfari, sum verður leygardagin, sær skráin soleiðis út: B71-TB, KÍ-SÍ, Royn-FSV04, VB/Sumba-AB og LÍF-HB.
B71-KÍ
Mótsatt næstseinasta vikuskifti vórðu fleiri skiftingar gjørdar á besta KÍ liðnum, sum leygardagin vann stórsigur á B36 í Gundadali. Tí var næstbesta liðið ikki so væl mannað, sum tað ofta fyrr í ár hevur verið eisini tí Ovi Nysted er farin til Leirvíkar.
Men KÍ stóð seg munandi betri á Sandi, enn tað varð roknað við. Taktiska tilvitanin var sera stór. Klaksvíkingar høvdu mest sum alt fólkið aftanfyri bóltin. Teir skoraðu trý mál, og merkisvert var tað, at øll málini hjá teimum vórðu skorað í sambandi við frísparksstøður.
Tíggju minuttir vóru farnir, tá ið Clayton Soares við frísparki setti hol á fyri B71. Tveir minuttir seinni javnaði Julian Samuelsen við stútara eftir langt frísparksinnlegg úr høgru. Minuttin eftir legði Jónsvein Thomsen B71 framum aftur, eftir at KÍ málverjin hevði hálvbjargað langskoti.
So stóð KÍ seg leingi væl. Stutt undan steðginum var tað verjuspælarin Dánial Kjærbo, sum javnaði eftir frísparksinnlegg næstan av miðjuni og eitt sindur aftur og fram. Og tíggju minuttir eftir steðgin stútaði Álvur Christiansen KÍ framum 3-2 eftir frísparksinnlegg úr vinstru.
Síðsta hálva tíman setti B71 ferðina upp, og Clayton Soares skoraði tvey mál. Tað fyrra eftir innlegg úr vinstru frá Magnusi Olsen, og tað seinna eftir innlegg frá Rasmusi Nielsen úr høgru.
TB-LÍF
Tað var lívligt á Sevmýri. LÍF hevði kanska bóltin meiri enn heimaliðið, men trupulleikin hjá leirvíkingum var, at teir ofta høvdu ilt við at fáa tyngd í álopsspælið, tá ið teir leingi høvdu havt bóltin. Men LÍF hevði sínar møguleikar í 1. hálvleiki, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Kanska hevði Andreas Lava Olsen tann størsta.
TB var meiri beinleiðis í sínum spæli, og heimaliðið hevði fleiri møguleikar enn LÍF í 1. hálvleiki.
Eftir steðgin skoraði TB toppskjúttin, Kaj Roest, beinanvegin tvey mál. Tað fyrra skoraði hann eftir eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum og tvær blokeringar, og í tí seinna førinum gjørdist hann leysur innanfyri verjuna eftir framlegging.
Bárður á Lakjuni minkaði um munin miðskeiðis í 2. hálvleiki. Hann fintaði TB verjuna niður og norður, áðrenn hann sendi bóltin í málið. Olivur Abrahamsen og Allan Poulsen hjá TB høvdu góðar møguleikar, men teir fingu ikki mál.
HB-VB/Sumba
Havnarmenn vóru ikki blíðir við VB/Sumba, sum var illa mannað. Teir høvdu ongan eykamann, og tá ið ein seint í 1. hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum, vóru gestirnir noyddir at spæla tíggju móti ellivu størra helmingin av tíðini.
Tá ið VB í 2000 vann FM, var tað við Krzystof Popczynski sum venjara. Hesa ferð var fyrrverandi VB venjarin ein av HB skarprættarunum. Hann og Uni Arge og hinir HB spælararnir fingu gott pláss.
AB-Royn
Heldur ikki Royn var serliga væl mannað, tá ið hvalbingar komu norður um. Teir høvdu ein eykamann, og hann noyddist á vøllin longu í 12. minutti.
Tað var sum at skera í lagkøku hjá AB. Har var einki bein í, og á sama hátt sum í Gundadali kundi sigurin havt verið nógv størri.
Jón Nielsen, sum í vikuni flutti úr SÍ og til AB, vísti seg at vera góður fongur. Hann skoraði fýra mál.
Tá ið støðan var 1-0, misnýtti Allan Mørkøre brotsspark. Besti Royn spælarin, málverjin Jens Hákun Leo bjargaði. Seytjan minuttir undan leikloki varð málverjin vístur av vøllinum fyri uttanfyri brotsteigin at hava felt Tony Rasmussen. Tá fór Royn liðformaðurin Bjarni á Hólalagi í málið at standa, og so vóru hvalbingar tíggju móti ellivu síðsta stóra korterið.
FSV04-SÍ
Eftir sjey tap upp í slag eydnaðist tað FSV04 aftur at fáa fulla úrtøku. Hetta var fyrsti sigurin, síðani Bobby Bolton fyrr í summar gjørdist venjari í Sandavági.
Heimaliðið legði fyri sum eitt óløgið, og tá ið lítið korter var farið, vóru teir frammanfyri við tveimum málum.
Fyrsta málið gjørdi Karl Jóhan Djurhuus eftir flatt innlegg úr vinstru frá Gisla Sveinbjørnson. Seks minuttir seinni varð 2-0. Hesa ferð var tað Sonny Johansen, sum fekk bóltin í vinstru. Hann sneiddi framvið vongverjanum, setti ferð á móti málinum og setti bóltin framvið Jóan Peturi í SÍ málinum.
Dygst undan steðginum hvarv síðsta ivamálið um, hvussu stigini skuldu býtast. Miðvallarin Sjúrður Ellefsen, sum var staddur uttanvert brotsteigin, sendi í málið við góðum skoti. Í 2. hálvleiki var heimaliðið meiri verjukent, og SÍ royndi at leggja trýst á, men teimum eydnaðist ikki at fáa mál.