Sandoyingar vunnu stórsigur

1.DEILD: Fyri aðru ferð í ár fór B71 av heimavøllinum við 4-0 sigri

Tað hevur síðani summarsteðgin verið eitt sindur tungt hjá B71, sum ikki síðani í juni hevur vunnið tveir sigrar á rað.

 

Í dag var næstbesta HB liðið gestur á Sandi, og hóast tað leingi gekk eitt sindur striltið, so var tað at enda eingin slingur í valsinum hjá heimaliðnum, sum vann 4-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. HB gjørdi sjálvmál longu í triðja minutti.

 

Eftir lítlari løtu, tá ið eitt korter var farið av seinna hálvleiki, økti Jónas Warner um munin til bæði 2-0 og 3-0. Jónas Warner hevur nú skorað sjey mál í næstbestu deildini í ár. Jovanni Garcia staðfesti trivaliga 4-0 heimasigurin í 68. minutti. Hann hevur nú skorað sjey mál og er saman við Jónas Warner toppskjútti hjá B71.

 

Hetta var onnur ferðin í ár, at B71 vann 4-0 á heimavølli. Fyrra ferðin var 26. mai, tá ið NSÍ var á Sandi.

 

B71 er á sætta plássi við 31 stigum, og HB er á sjeynda plássi við 26 stigum. B72 eigur útsettan heimadyst ímóti ÍF, sum verður týskvøldið. Um eina viku fer B71 at spæla á útivølli  ímóti KÍ.

 

Næsti dystur hjá HB verður um eina viku, tá ið TB verður gestur í Gundadali.