B36 hevur gjørt avtalu við Símin Joensen, sum í ár gjørdi um seg á liðnum hjá B71. Símun verður lýstur sum ein spælari, sum er væl fyri tekniskt, og sum kann nýtast á flestu framrættaðu plássunum á vøllinum. Í B36 verður roknað við, at tað fyrst og fremst er sum styrkur til miðvøllin, at sandoyingurin verður roknaður, og so er spurningurin, um hann á hendan hátt kann vera við til at tippa holið, sum náttúrliga verður eftir Inga Højsted.