Sandsbygd hevur stafettina á hondum

Nógv gott, áhugavert og spennandi hendir á Sandi í hesum døgum.

 

- Í dag gjørdist greitt, at Veltan fekk Grønu Gávuna, sum matstovan Etika letur á hvørjum ári til eitt virki ella ein stovn, sum virkar til frama fyri umhvørvið. Peningurin, ið latin verður sum viðurkenning, áleið 45000 krónur, kemur frá sølu av vatni á Etika.

Tað vita tey í Sands kommunu at siga í kvøld. Lagt verður aftrat, at Sandsbygd hevur stafettina á hondum, tá ræður um landbúnað. Her eru tey, sum liva av at dyrka sínar egnu vørur og framleiða mat, sum ikki skal førast um heimshøv fyri at náa brúkaranum.

- Tað er uppá tíðina, at vit her á landi taka í álvara teir fyrimunir ið eru við at framleiða gerandisvørur her heima, sjálvt um hetta kanska kann hava ávirkan á okkum, ið her búgva.

Í Sands kommunu halda tey, at rúm má verða fyri at velta og liva av og við jørðini á harðbaldnu klettum okkara.

- Hjartaliga tillukku til Veltuna við heiðrinum og bestu eydnu við tilnevningin til Embla-virðislønina, sum Veltan saman við Uttastovugarði og Miðstovugarði er innstillað til fyri 2019, er heilsanin hjá Sands kommunu á sínari Facebook-síðu í kvøld.