Sandshavið klárur í næstu viku

- Vit eiga bara einar níggju fiskidagar eftir á grynri vatni undir Føroyum, og tí vænti eg, at vit fara til Íslands, tá vit loysa aftur, sigur skiparin, Eyðvarður Petersen.

Seinastu vikurnar hevur línuskipið Sandshavið staðið á bedingini hjá Mest í Havn. Teir vóru á veg til Íslands og vóru at kalla komnir á fiskileið í íslendskum sjógvi fyri páskir, tá stevnurørið fór at leka.

 

- Ráðini, vit fingu, vóru at koma heim til Føroya at umvæla skipið, og tað gjørdu vit. Nú skipið kortini hevur staðið á bedingini hesa tíðina, er skipið eisini vorðið vaskað og málað.

 

Eyðvarður Petersen sigur, at tá skrúvutoyið verður klárt aftur, helst mánadagin ella týsdagin í næstu viku, væntar hann, at skipið samstundis er málað - heilt úr botninum og upp í mastratoppin.

 

- Longu tíðliga í hesum árinum høvdu vit bara nakrar heilt fáar fiskidagar eftir á grynri vatni undir Føroyum. So, eg vænti, at vit fara til Íslands, tá vit loysa aftur.

 

Skiparin sigur, at Sandshavið eigur umleið helmingin av íslandskvotuni eftir - ella eini 200 tons - og helst verður farið yvir hagar beinanvegin, tá skipið er klárt.

 

- Teir níggju dagarnir, sum vit eiga eftir á grynri vatni undir Føroyum, kunnu trífaldast, um vit fara út á djúpt vatn at fiska longu og brosmu, men hetta riggar ofta frægast um summarið, sigur Eyðvarður Petersen.