Brandur Sandoy, Løgtingslimur og borgarstjóri á Sandi
-----
Nú er tíðin komin, at vit eiga at loyva aling á Sandsvág.
Politiskt hava nógvar royndir verið gjørdar undanfarnu árini, at fingið Sandsvág at verið lýst sum aliøki, uttan tó at nakað sum helst hevur spurst burturúr.
Støðan í Sandoynni er vánalig á vinnuliga økinum. Fáar vinnufyritøkur eru í økinum, og tá so Sandoyggin somuleiðis er fyri teirri vanlagnu, at man politiskt frátekur oynni møguleikan at nýta firðirnar til aling, sigur tað seg sjálvt at hetta ikki er ein støða sum oyggin kann liva við.
Aling skapar munandi virksemi, samstundis sum avleiddar vinnur á landi eisini fáa ágóðan av økta virkseminum. Allastaðni har aling er á firðum og sundum síggja vit trivnaðin í nærumhvørvinum blomstra.
Orsøkin til at aling ikki hevur verið loyvd í Sandoynni, er tí at oyggin øll hevur verið løgd út til lívfiskaøki, vegna tess at lívfiskastøð er á landi í Skopun.
Ilt er at hóma sakligar grundgevingar fyri, hví øll oyggin skal frátakast vinnumøguleikar sínar, bara tí at lívfiskur er í einari bygd. Eftir sjónum er longri úr Skopun til Sands, enn eitt nú úr Skopun og vestur í Vágar, har aling er á hvørjum tanga. Eftir landi gongur allur flutningur fyri seg í góðkendum tøttum brunnbilum, so har skuldi heldur ikki verið nøkur orsøk at stúrt fyri sjúkuvanda.
Eg fari tí at heita á Landsstýrismannin í alimálum, Johan Dahl, um at bera soleiðis í bandi at Sandsvág verður góðkend sum aliøki, soleiðis at vit í Sandoynni javnbjóðis øðrum økjum í landinum kunnu kenna rákan av vinnuligum vøkstri.