Sandur undir asfalt

Nakað hevur verið grenjað um, at Sands kommuna ikki hevur asfalterað meira, men nú kemur vend í.

Sands kommuna tekur rættiliga djúpt niður í lumman til asfaltarbeiði í bygdini og á Søltuvíkarvegnum.

Nakað hevur verið grenjað um, at Sands kommuna ikki hevur asfalterað meira, men nú kemur rættilig vend í. Kommunan hevur nevniliga tikið av einum tilboði frá Landsverki á 4.689.360 krónur við mvg. 

Í kunningarskrivi til borgararnar sigur kommunan, at asfaltarbeiðið, sum Landsverk fer at gera, verður rættiliga umfatandi.  

Asfalt skal leggjast á vegin Á Heyggi, Á Reyni, Sandabrekkuni, við Áargarð, part av Ovara Vegi, part av vegnum Undir Reynum, túnið við barnaskúlan á Sandi, Søltuvíkarvegin og vegin í Trøðum inni við Sandsvatn.

Sum Sands kommuna áður hevur boðað frá, verður eisini høvi hjá fólki, sum ynskja sær asfalt í túnið, at fáa Landsverk at asfaltera fyri seg móti ávísum gjaldi, ið kommunan veit um at siga.