Sandy vitjaði Grønland

Grønlendingar fingu um vikuskiftið vitjan av tí, sum var eftir av tí tropiska storminum Sandy, og hóast hann var nógv viknaður, hevði hann stóra ávirkan á veðrið í Vesturgrønlandi.

Um hesa tíðina er vanligt við frosti og kava í Grønlandi, men Sandy gav grønlendingum lýkku og regn. Í Paamiut vóru heili 10,3 hitastig, og við Prins Christians Sund suðuri við Hvarvið komu hitamátararnir upp á 8,1 stig.

Men tann lýggja luftin hevði eisini nógv avfall við sær. Í Qaqortoq regnaði tað 48 millimetrar um vikuskiftið, og í Nuuk fingu tey 35 millimetrar av regni og vátakava.