Sangarin B.J. Thomas deyður

Kendur er hann m.a. fyri at hava sungið sangin "Raindrops keep fallin' on my head".

Tann 29. mai andaðist B.J. Thomas.

 

Kendur er hann m.a. fyri at hava sungið sangin "Raindrops keep fallin' on my head".

 

Grammy heiðurslønti sangarin gjørdist kendur fyri pop-, country- og gospelsangir. Nevnast kunnu  "Hooked on a Feeling" (1968), "Raindrops Keep Fallin' on My Head" (1969) og "(Hey Won't You Play) Another Somebody Done Somebody Wrong Song" (1975).

 

Billy Joe Thomas hevði sítt síðsta stóra hitt í 1988, As Long As We Got Each Other, har hann sang saman við Dusty Springfield. Í áttatiárunum arbeiddi hann eisini sum sjónleikari, og seinni gav hann m.a. út útgávur við jólatónleiki.

 

Í 2013 kom hansara síðsta útgáva, The Living Room Sessions, við akkustiskum  innspælingum av eldri sangum.

 

Hann sá dagsins ljós í Hugo, Oklahoma,  7. August í 1942 og andaðist í Arlington, Texas, 29. Maj 2021.