Sangfundir í samkomuhúsinum í Sumba

Komandi vikuskiftið verða sangfundir í samkomuhúsinum í Sumba frá hóskvøldinum 2. nov. til sunnukvøldið 5. nov. Fundirnir verða hvørt kvøld kl. 20. Dentur verður lagdur á felagssangin við góðum tónleikarum úr Suðuroy.

Terji Nilssen úr Lopra og fleiri koma at hava ábyrgdina av tónleikinum. Leygarkvøldið kemur Suðuroyarkórið at syngja, sum verður stjórnað av John í Skemmuni. Eisini verða vitnisburðir og tala, har evangelistarnir Poul Jóhan Djurhuus og Svenning av Lofti koma at bera orðið fram. Í hesum sambandi verður farið í húsini í Sumba, Lopra og Økrum við eini innbjóðing, har eisini ein stuttur evangeliskur boðskapur er at lesa á innsíðuni. Eisini verða plakatir settar upp um alla oynna.
 
Fyrireikarnir siga, at øll eru hjartaliga vælkomin, og at teir vóna at síggja bæði ung og eldri í samkomuhúsinum í Sumba hesi kvøldini.