Sangfundur í Føroyahúsinum

.


Sunnukvøldið 2. november klokkan 19.3o verður kristiligur sangfundur í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn.

Tað er Kristnastova, sum skipar fyri. Á fundinum fara systkinini á Váli at syngja nýggjar og gamlar andaliga sangir. Eisini fer Billy Hansen at tala á fundinum.

Tey fýra systkinini á Váli hava nýliga givið út fløgu og band við fjøltáttaðum andaligum sangi.

Tey eru ikki ókend á økinum. Í fyrsta lagi eru tey vaksin upp við sanginum. Øll kenna helst røddina á pápanum, Líggjasi á Váli, sum í ein mansaldur av og á hevur verið at hoyrt í kvøðuljómunum.

Og børnini hava øll verið við í útgávum áður. Kendast eru Nicodemus sangbólkurin og dupultkvartettin í Ebenezer, har brøðurnir báðir, Jóanes og Ólavur hava verið fastir.

Eftir fundin í Føroyahúsinum allahalgannasunnukvøld, verður høvi at hugna sær í húsinum við einum drekkamunni, sigur Kristnastova í tíðindaskrivi.