Sanggleði í eina heila viku

Aftur í ár er Leguhúsið í Nesvík karmur um árliga sangskeiðið hjá Heimamissiónini.  Tað er altíð gott at koma saman soleiðis at syngja lovsang til Gud, siga tveir av tilkomnu luttakarunum, Steffan Petersen og Hannis Hansen. Teir hava verið við á flestu sangskeiðunum, og gleða seg til konsertina, sum verður seinnapartin í dag.

Nesvík: Tú hoyrir hann beinanvegin, tú kemur inn í stóru forhøllina henda seinnapartin hósdagin. Sangin.
Her er heldur eingin ivi um, hvat er á skránni: Árliga sangskeiðið hjá Heimamissiónini.
Út frá sanginum, sum hoyrist inni í møtisalinum er heldur ikki neyðugt at ivast longur: Her er ein hópur av sangglaðum fólkum savnað saman.
Og tá tú so at enda kemur inn í sjálvan møtisalinum, verður tú møttur av einum stórum kóri til venjing. Einum vælspældum tónleikabólki. Og einum sera væl uppløgdum kórleiðara.
Hetta er fyrstu ferð at kórið og tónleikararnir venja saman. Men tað tykist ikki at vera nakar trupulleiki at fáa hesar báðar partarnar at syngja sama lag.
Eitt heppið forarbeiði og ein dugnalig leiðsla hava lagt grundarlagið fyri hesi spennandi løtuni.
Nú skal alt samansjóast fram móti konsertini, sum verður seinnapartin í dag í ítróttarhøllini á Eiði.

Eitt gott tiltak
Síðani sunnudagin hava væl omanfyri 100 vaksin og ein hópur av børnum verið savnað saman til hetta árliga tiltakið hjá Heimamissiónini.
Fleiri seta sær heystfrítíðina av til at fara á sangskeið, og mong teirra hava verið á so at siga øllum sangskeiðunum.
Millum hesi eru Steffan Petersen úr Havn, sum hevur verið 18 ferðir á sangskeiði síðani tey byrjaðu í 1978, og Hannis Hansen úr Fuglafirði, sum hevur verið við øll árini, uttan í 1980, tá hann var á bíbliuskúla í Danmark.
Og hesir báðir royndu sangarnir vóru sjálvandi eisini við í ár.
- Jú, siga teir báðir. Tað er altíð gott at koma saman at syngja lovsangir til Guds á hesum skeiðnum. Hetta er eitt gott tiltak, eingin ivi um tað.
Báðir eru teir vanir við sang heilt frá barnsbeini av, og hava teir tí sæð fram til heystfrítíðina á hvørjum ári.
Her hitta teir aðrar sangglaðar føroyingar, og her hevur ein møguleika at vera saman í einum andaligum felagsskapi til álvara og gaman.

Avpussing
Teir báðir staðfesta, at kórleiðarar eru ymiskir, og ymiskt er eisini, hvussu nógvar sangir teir viljað hava kórið at duga eftir einari viku.
Okkurt árið hava tey havt einar 16 sangir, men hetta halda Steffan og Hannis var í meira lagi, tá alt skal røkkast eftir so stuttari tíð.
- Í ár er tað broytt til tað betra, sigur Steffan.
Sangskráin inniheldur færri sangir  einar 12  og hetta ger at kórið hevur betri møguleika at læra seg sangirnar bæði væl og virðiliga.
- Jú, hetta er munandi betri. Tí, hygg, longu í dag (seinnapart hósdag, red.) syngja vit saman við tónleikarunum.
- Og longu nú kunnu vit byrja at avpussa sangirnar til konsertina, sigur Steffan.
Hannis er púra samdur í hesum. Tí, sum hann sigur: - Við ov nógvum sangum er vandi fyri, at kórið ikki dugir sangirnar nóg væl.

Færri tilkomin
Teir báðir Steffan og Hannis hava sungið nógv í sínum lívi. Á árliga sangskeiðnum eru teir í tí eldra endanum av luttakarunum.
- Eg hevði ynskt at tað vóru fleiri tilkomin á hesum skeiðunum, sigur Hannis.
Hesum er Steffan eisini samdur við honum í: Tað vísir seg, at talið av tilkomnum bara fækkar ár undan ári.
- Eg veit ikki, hví tað er so  kanska er tað tann nýggi sangstílurin, sum heldur tilkomna fólkinum aftur at koma á skeiðini. Eg veit ikki.
- Men hinvegin, tað átti ikki at verið so. Í ár syngja við fleiri kenda sangir, sum fólk kenna frá Missiónssangbókini. Teir hava bara eina aðra rútmu, men innihaldið er ikki broytt, sigur hann.

Bakgrund fyri sangir
Millum sangirnar í ár eru kendu sangirnir Jesunavnið aldri bliknar og Brátt slitnar silvurstrongurin.
Steffan og Hannis eru samdir um, at hetta eru sera góðir sangir. Teir hava eisini havt møguleika at seta seg meiri inn í tær umstøðurnar, sum eru grundarlagið undir sangunum.
Hvønn morgun er nevniliga bíbliutími, har evnið verður tikið burtur úr teimum sangunum, sum kórið fer at syngja.
- Hetta hava verið sera áhugaverdir bíbliutímar. Her hava vit hoyrt um bakgrundina fyri sangin, hvør hevur yrkt hann og hví hann varð yrktur.
- Vit hava tí eisini fingið at vita, hvat endamál var við sanginum. Nú er so okkara uppgáva at bera henda boðskapin út til onnur við okkara rødd, siga Steffan Petersen og Hannis Hansen at enda.



- Lætt at arbeiða við føroyingum

Í ár er Ole Mouritsen úr Danmark hann, ið stjórnar felagskórinum.  Tað merkist týðiliga, at tit halda fast við góðu sangtradisjónina, sigur hann.

Nesvík: - Tað er eitt fornoyilsi at arbeiða saman við hesum fólkunum. Og tað gongur eisini við rúkandi ferð, tí tey læra so skjótt.
- Orsøkin til hetta er uttan iva hon, at nógv av hesum fólkunum syngja í kóri. Tey eru tí von at læra nýggjar sangir, - nakað sum er meiri fremmant í Danmark, sigur Ole Mouritsen, sum dagliga starvast sum tónleikalærari á bíbliuskúlanum hjá Indremission í Børkop.
Í Danmark hevur tað víst seg trupult at halda fast við kórtradisjónirnar. Men Ole kann bara staðfesta, at tað hevur eydnast munandi betri her á landi.
- Hetta ger, at vit kunnu koma munandi skjótari gjøgnum sangirnar, sigur hann.
Tað sama ger seg eisini galdandi við tónleikarunum. Teir eru eisini á sera høgum støði.
- Tit eiga ótrúliga góðar tónleikarar. Og tað sær ikki út til at vera nakar trupulleiki at útvega so nógvar dugnaligar tónleikarar til eitt slíkt skeið.
- Tað er simpelthen bara so flott, slær hann fast.


Dagsskrá fyri hósdagin
8:00Morgunmatur
9:00Kórvenjing
10:00Bíbiltími v. Reimund Langgård. Evni: Gud er mín klettur
10:45Steðgur
11:00Kórvenjing
Barnamøti v. Hjalmar Hansen
12:00Døgurði
13:00Móttøkan/kioskin opin
14:00Kórvenjing
15:00Drekkamuður
16:00Kórvenjing
17:00Steðgur
18:00Nátturði
19:00Festkvøld



Konsert í dag
Skipanin við sangskeiðnum í ár er soleiðis, at ein hevur tvey kór  eitt stórt felagskór og eitt barnakór  við tilhoyrandi tónleikabólkum.
Skeiðið varir bara í eina viku, og tí ræður um at konsentrera seg 100 %, soleiðis at úrslitið verður tað allarbesta, tá almenningurin fær høvið at hoyra úrslitið við ta endaligu konsertina seinni í dag.
Henda konsertin verður í ítróttarhøllini á Eiði seinnapartin í dag. Hon byrjar kl. 16.