Sangleikur á Kambsdali

Á stórmøtunum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður eisini høvi at síggja sangleikin "Ferðin til ljóslandi"

24.-26. oktober skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri teimum árligu stórimøtunum. Í ár vera stórmøtini í ítróttarhøllini á Kambsdali og heiti á møtirøðini er “Kennir tú Jesus”?

 

Umframt møti hvørt kvøld, verða serlig tiltøk fyri bæði børn og ung. Leygardagin er ein fyrilestur á skránni og sunnudagin verður ein sangleikur vístur. Talan er um sangleikin "Ferðin til Ljóslandi.

 

Barnaansing er til øll kvøldmøtini. Børnini møta saman við foreldrunum í høllini, har eitt stutt orð og onkur barnasangur verður til tey áðrenn sjálva taluna. Eftir tað fara børnini til barnaansing í øðrum hølum.