Sangleikur: Smáttan og Rúmdarferðin

4. flokkarnir í Fuglafjarðar skúla spæla sangleikin ?Smáttan og rúmdarferðin? í Mentanarhúsinum

 

Leikurin verður framførdur hósdagin 3. apríl kl 20:00, fríggjadagin 4. apríl kl. 20:00 og leygardagin 5. apríl kl 16:00 og kl. 20:00.

 

Atgongumerkið fáast við dyrnar. Sangleikurin snýr seg um eina smáttu, har sangurin, ?Eg smáttu veit? av Símun av Skarði er ein partur í sangleikinum, um Skarðsbygd og vanlukkudagin tollaksmessudag 1913, um eina ferð út á Mars og niður aftur á jørðina til smáttuna.

 

Frits Johannesen hevur skrivað sangleikin og gjørt løgini. Tónleikarar eru Rói Eliasen, klaver og Jan Rúni Poulsen, slagverk. Rói Eliasen hevur lagt tónleikin til rættis.