Sangskeið aftur í heyst

Nesvík: Er tað nakað sum tey sangglaðu í Heimamissiónini gleða seg til, so er tað árliga sangskeiðið.

Hetta skeiðið verður hildið í heystfrítíðini á hvørjum ári í Leguhúsinum í Nesvík, har útivið 200 fólk í øllum aldri savnast til sang, bíbil og bøn.
Fyrireikingarnar til ársins sangskeið eru longu byrjaðar, og nú er greitt, at tað verður danin Ole Mouritsen sum verður lærari og fer at stjórna tí stóra kórinum.
Hann starvast í løtuni sum tónleikalærari við bíbliuskúlan í Børkop, men hevur altso sett eina viku av til eina Føroya-vitjan í oktober mánaði.
Hann er tó ikki ókendur við føroyingar og føroysk viðurskifti. Ole var eitt ár við bólkinum Impuls, har hann og Ásbjørn Berthelsen av Strondum ferðaðust runt í Danmark og evangeliseraðu við sangi og tónleiki. Ta ferðina vóru tey eisini á vitjan í Føroyum.