Tað eru nú liðin 25 ár, síðan sangskeiðið hjá Heimamissiónini varð hildið fyri fyrstu ferð.
Tey fyrstu 16 árini var skeiðið hildið í ymsu bygdunum í Føroyum. Seinastu árini hava skeiðini verið í leguhúsinum í Nesvík.
Øll hesi árini hava vit havt útlendskar kórleiðarar. Í ár er tað norðmaðurin Jon S. Lotterud, sum fer at leiða kórið. Hann var eisini her í 1997.
Kórið venur umleið 4 tímar hvønn dag. Harafturat eru eisini bíbliutímar og møti á skránni, og her eru øll vælkomin.
Ymiskt verður fyri børnini, eitt nú barnakór.
Sangskeiðið endar við konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum leygardagin 18. oktober kl. 17.00.