Guðrun Sólja Jacobsen, sum fyri nøkrum árum síðani vann sangkappingina Stjerne For En Aften hjá Danmarks Radio, hevur útbúgvið seg innan sang, og leygardagin skipar hon fyri sangskeiði á Seglloftinum á Tvøroyri.
Guðrun Sólja býr í Danmark, men hevur vitjað heimastaðin Tvøroyri um jólini og ársskiftið. Og leygardagin skipar hon fyri sangskeiði.
Syng og tala
- Leygardagin 7. januar klokkan 10.30 verður møguleiki at læra um sangteknikkin "Komplet Sangteknik", eftir Cathrine Sadolin.Teknikkurin, sum hjálpir tær at nýta røddina rætt, og sum vísir tær á møguleikar, tú kanska ikki visti av, at tín rødd hevði, sigur Guðrun Sólja Jacobsen.
- Hetta er teknikkur, sum ikki bert kann nýtast tá ein syngur, men eisini tá einn talar og tosar, sigur Guðrun Sólja Jacobsen.