Freistin at senda inn sangir til sangskrivarakappingina hjá Fótbóltssambandinum og Triðja hálvleiki hjá Rás2 nærkast. Um tú ætlar tær at vera við, so er at skunda sær, tí tað er nógv, ið stendur uppá spæl.
Vinningar eru til nr. 1, 2 og 3 ávikavist kr. 7.000, kr. 5.000 og kr. 3.000.
Aðrir vinningar eru live-framførsla í samband við dystin millum Føroyar og Italia 2. septembur á stadionøkinum ella í dansifrøi, atgongumerkir til dystin og aðrar fjepparavørur t.d. landsliðstroyggjur.
Kappingarreglur:
Sangirnir vera dømdir eftir hesum 4 punktum.
1. Fjepparasangur
a. Sangirnir skulu vera skrivaðir til Føroysk fótbóltslandslið.
2. Melodiøsir
a. Fangandi melodiur sum fólk flest hava hug at taka til sín, ein sokallaður oyrahangari og ein potentiell landaplága.
3. Sangbærur
a. Sangirnir skulu vera einfaldir og lættir at syngja bæði hjá einstaklingum og hjá einum fjepparaskarða av fólki í øllum aldri.
b. Sangirnir eiga at vera á føroyskum
4. Stimbrandi
a. Teksturin skal verða stimbrandi og hóskandi til at heppa á leikararnar.
Treytir fyri at luttaka:
Sangirnir skulu vera innspældir í góðari digitalari góðsku, sum er egna til at spæla í útvarpi til landsdystir og at geva út. Sangirnir skulu sendast til Fótbóltssamband Føroya.
Fótbóltssamband Føroya tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar sangir.
Við at luttaka í kappingini gevur tað Fótbóltssamband Føroya rætt til at brúka sangirnir í samband við dystir og tiltøk har tað er hóskandi og at geva sangirnir út á fløgu ella á heimasíðu.
Remix:
Um eitt remix verður gjørt skal ein listi yvir nýttar uppruna sangir, og ein váttan um at eigarin hevur givið loyvi til at brúka sangin sendast við til Fótbóltssambandið.
Freistin at lata inn sangir er nú mánadagin 15. august 2011.
Fyrispurningar kunnu sendast til [email protected] ella á tlf 29 19 73