Tað eru svensku sangskrivararnir Thomas Thörnholm og Michael Clauss, sum hava skrivað sangin Standing Up for Love, sum Carlsen-systrarnar skulu syngja í Melodi Grand Prix 2018.
Thomas Thörnholm er ein royndur harri innan Melodi Grand Prix og í 2004 vann ein av hansara sagnum norska Melodi Grand Prix. Tað var sangurin High, sum Knut Anders Sørum sang. Tað gekk tó ikki heilt eftir vild í altjóða finaluni, Noreg enda á aftasta plássið, við einans trimum stigum, øll frá Svøríki.
Thomas Thörnholm og Michael Clauss hava skrivað fleiri sangir til bæði norsku og svensku útgávurnar av Melodi Grand Prix. Enn hevur tó ikki eydnast teimum at endurtaka bragdið frá Noregi í 2004. Teir hava eisini arbeitt saman við væl kendum stjørnum sum Alcazar og Rednex.
Dave Rude er guitarleikari í amerikanska rokkbólkinum Tesla.