Alt byrjaði í 1999, tá fyrsta sangstevnan av hesum slagi varð hildin i Fraserburgh í Skotlandi. Millum sangararnar var Paul Wheater úr Whitby, sum manna millum verður nevndur 'Yorkshire Jim Reeves,' tí rødd hansara í stóran mun minnir um røddina hjá navnframa Jim Reeves. Á stevnuni knýttu hann og føroyingarnir skjótt vinabond.
Paul Wheater bleiv so hugtikin av sangstevnuni í Fraserburgh, at hann gjørdi av at skipa fyri eini líknandi stevnu í Whitby, og longu árið eftir, í 2000, var fyrsta 'WGMC' hildin í 'Whitby Pavillion' - stóru býarhøllini niðri við sjóvarmálan í Whitby. Og millum sangararnar vóru Triple Trio og Dupultkvartettin í Ebenezer. Síðani hava føroyingarnir sungið á stevnuni í 2001, 2002 og 2005. Hetta verður sostatt fimta árið, at 'Voices of Faroe', sum bólkarnir verða kallaðir á stevnuni, fara á pallin í Whitby.
Aftaná at føroyingarnir høvdu sungið á eini av stevnunum, stóð ein eldri maður í gongini og ratti upp eina foroyska húgvu. Jack Crow, sum hann kallaðist, hevdi verið hermaður í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Hann helt ómetaliga nógv av føroyingum, og serliga av Theodor Dam, sála, í Sandavági, sum hann hevði samskift mest við, tiðina í Føroyum. Frá honum hevði hann fingið húgvuna, sum hann hevði goymt øll hesi árini. Hann hevði altið ynskt sær at hitt føroyingar aftur, og tá hann hevði frætt, at føroyingar skuldu syngja í Whitby, gjørdu hann og konan av at koyra langa teinin úr London til Whitby fyri at hitta teir.
Úrslitið varð, at Jack og konan tvey tey næstu árini komu til Føroya at vitja, og búðu hja 'Voices of Faroe' og hjá familjuni hjá Theodor Dam í Sandavági. Seinnu ferðina gav hann einum í Dupultkvartettini tað dýrabarasta hann atti, sína egnu Bíbliu.
Paul Wheater hevur gjørt ein faldara, sum lýsir stevnuna og sangararnar, sum luttaka. Skotsmálið, hann gevur føroyingunum, er hetta: 'Ikki einans syngja tey avbera væl, men trúgv teirra lýsir av teimum og lýsir upp alt vikuskiftið. Land teirra eigur at vera errið av teimum, sum tey umboða Føroyar. Vit eru errin av teimum sum umboð Kristusar.'
Á stevnuni í ár verða eisini sangarar úr USA, Norður Írlandi, Skotlandi, Orknoyggjunum og Onglandi. Til ber at lesa meira um stevnuna í Whitby á heimasíðuni hjá Paul Wheater, www.paulwheater.com