Útgivið 9. juli 2026 av Plátufelagnum Tutl:
Plátufelagið Tutl skrivar í tíðindaskrivi, at kanningar úr grannalondunum vísa, at børn ofta flýggja frá staðnum, um onkur fær skaða, serliga um tey gerast bangin ella kenna skyldu fyri óhappinum. Hetta vil Betri Trygging nú broyta.
Høvuðsboðskapurin í nýggja sanginum er greiður: Tað er gott at spæla úti í føroysku náttúruni, men hendir eitt óhapp, so rýma vit ikki – vit hjálpast at.
Tað eru tvær bjartar, ungar stjørnur á føroyska tónleikapallinum, ið syngja sangin saman fyri fyrstu ferð. Tey eru Bjarki Virgarsson Trondesen (úr Hoydalar og vinnari av SMS-Vox '24) og Jóhanna Biritudóttir Iversen (úr Jól í Grannalagnum '25 og vinnari av SMS-Vox '25).
Tey fáa eisini hjálp frá einum fittum barnakóri við gentum í aldrinum 6-12 ár, sum eita Óluva Lín, Vársól, Ronja Rún, Ragna og Nora.
Eydna Skaale hevur skrivað tekstin, og brøðurnir Petur og Hjørtur Háberg hava gjørt lagið og spælt øll ljóðførini. Teir hava framleitt sangin saman við Urbanusi Olsen, sum eisini hevur ljóðblandað og mastrað.
"Vit hjálpast at" er tøkur á øllum stroymingartænstum frá í dag.
##med2##
##med3##












