Samkoma
Ljóðanleggið er sett upp og tey, ið standa aftanfyri felagið, eru væl nøgd við úrslitið.
Væl av fólki vóru møtt til samkomuna í Eydnuni mánakvøldið, har borðreitt varð við fiskasuppu við eitt nú rækjum og jákupsskel uppi í. Afturvið vóru bollar og smør. Alt sera væl smakkandi. Hóast formaðurin í Lions Club Eysturoy er kendi fuglfirðingurin, Poul Rustin, sum rekur matstovuvirksemi á Muntra og er kendur fyri sína frálíku fiskasuppu, var tað ikki hann, ið hevði evnað hesa fiskasuppuna, men húsakokkarnir í Eydnuni.
Líkamikið; ein frálíka vælsmakkandi og væl kryddað fiskasuppa, sum kom væl við uppundir endan av einum longum arbeiðsdegi.
Tað var Harley Joensen, ið áður hevur verið formaður í Lions Club Eysturoy, sum handaði Connie Joensen, ið umboðaði Eydnuna, kekkin. Connie var formaður í Eydnuni, tá ið umsóknin um stuðul varð send Lions, og nú løtan var komin, har kekkurin skuldi handast, tók hon ímóti stórfingnu gávuni.
Sangur og tónleikur
Saman við Lions Club Eysturoy, hevði ungmannafelagið syrgt fyri, at øll, ið møtt vóru, sluppu at hoyra, hvat komið er burtur úr hesi íløgu.
Sundalagskórið, sum hevur eitt ár á baki og er undir leiðslu av tónleikalæraranum, Hans Olivur Joensen, legði fyri við tveimum sangum, "Sófðu unga ástin min" og "Har du visor, min ven".
Vælljóðandi og hugtakandi sangur. Uppundir endan av kvøldinum sungu tey eitt eykalag, "Deep River", sum eisini fall væl í oyruni.
Einir 30 limir eru í Sundalagskórinum, sum hvørt mánakvøld venur í barnaskúlanum á Oyrarbakka. Í kórinum, sum má sigast at hava fingið nógv burtur úr hetta eina árið, eru bæði mannfólk og konufólk, ung og tilkomin hvørt um annað.
Kórleiðarin, Hans Olivur, eru ættaður úr Sundalagnum. Hann býr í Havn og er tónleikalærari í Hoydølum.
Tvær ungar gentur, Vígdis Fjallstein og Sonja Johannesen, sungu eisini tveir vakrar sangir við klaverfylgispæli av Ann-Kristin Nilsson, sum er svensk, men hevur búð og undirvíst í sangi og tónleiki kring um í Føroyum í fleiri ár.
Vígdis og Sonja sungu sangirnar, "Mítt land" og "Killing me softly". Ungu genturnar sungu óføra væl afturvið vøkru klavertónunum hjá Ann-Kristin, sum bæði skilir og tosar væl føroyskt.
Seinasta tónleikatiltakinum í Eydnuni á Oyrarbakka mánakvøldið stóð tónleikabólkurin, Í-Cast, fyri. Bólkurin er mannaður við fýra monnum og einari kvinnu, sum øll eru av Oyri og úr Kollafirði.
Tey framførdu stillisligan tónleik, sum ljóðaði væl í oyrunum. Tey spældu og sungu temalagið í sjónvarpsrøðini, S.O.A.P, "Farin fólk" og "Sum tað regnar". Tey bæði seinnu løgini hava limirnir í tónleikabólkinum, Kári Andreassen og Árni Joensen, smíðað.
Ein hugnalig løta á Oyrarbakka mánakvøldið við stórum blíðskapi.