Sann­- førandi gull­sigur

Petur Niclasen og Pætur Albinus vunnu sannførandi í finaluni í tvímansleiki hjá monnum

Petur Niclasen og Pætur Albinus vunnu seg lætt og einfalt á odda 2-0. Tá fóru Hallur Thorsteinsson og Fróði F. Jensen undir seinastu royndina at svara aftur, og tað eydnaðist. Teir vunnu greitt í triðja settinum. Tað darvaði hinvegin ikki spælinum hjá Peturi og Pæturi, sum kveistraðu øll ivamálini til viks í fjórða settinum og tryggjaðu sær føroyameistaraheitið.
Settúrslitini vóru 11-7, 11-7, 3-11 og 11-8.
Ragnar Egilsson og Sigurð D. Carlsson fingu bronsu­heiðurs­merk­ini. Teir vunnu dystin um triðja plássið á feðgunum Vilmund Jacobsen og Ian Jacobsen.