Bónus ger nógv burturúr í samband við, at nýggjur handil letur upp á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, týsdagin 9. juli.
Klovnurin Bubu, Trøllapætur, Signar í Homrum, Flamma, Jens Marni Hansen og Hallur Joensen eru føroysku nøvnini á plakatini, sum hava framført og skulu framføra á pallinum, sum er uttanfyri tann nýggja handilin hjá Bónus á Karlamagnusarbreyt.
Klokkan 22 verður konsertbrakið, sum nógv hava bíðað eftir, tá fer tann danska rock-mamman, Sanne Salomonsen á pall at framføra nøkur av sínum kendu løgum. Flamma verða kórgenturnar hjá Sanne Salomonsen til framførsluna uttanfyri Bónus á Karlamagnusarbreyt í kvøld.