Sanne Salomonsen letur upp nýggja Bónus í Hoyvík

Tað verður kenda danska rockmamman, Sanne Salomonsen, sum verður høvuðsnavnið á familjutiltakinum, sum verður á parkeringsplássinum uttan fyri nýggja Bónus við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík leygardagin 6. juli.

 

Høvið er, at nýggi handilin hjá Bónus, sum er tann fyrsti handilin, sum letur upp við Karlamagnusarbreyt, letur upp týsdagin eftir, tann 9. juli.

 

Sanne Salomonsen, sum hevur sett sín serliga dám á danska tónleikalívið seinastu næstan 40 árini, gav út fyrstu plátuna longu sum 17 ára gomul. Tað var plátan »Sanne Salomonsen«, sum kom út í 1973.

 

Við á hesi útgávuni vóru kendir tónleikarar sum trompetleikarin Palle Mikkelborg og trummusláarin Kasper Winding. Hon varð kend fyri eitt nú týðingina hjá Sebastian av »Killing Me Softly« hjá Roberta Falck, sum bleiv til »Søgte mit indre«.

 

– Tiltakið uttan fyri Bónus er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Ingibjørg Jacobsen, samskipari.

 

Umframt gitnu Sanne Salomonsen, so verða eisini aðrir kendir tónleikarar úr Føroyum, so sum Jens Marni Hansen, Hallur Joensen og Signar í Homrum. Eisini verður bólkurin Flamma, sum er fyrrverandi Diva.

 

Til børnini verður eisini Trøllapætur og klovnurin Bubu.

 

Í sambandi við, at Bónus letur upp nýggja handil í Hoyvík er eisini avtala gjørt við hondbóltsfelagið H71 í Hoyvík um, at Bónus verður nýggjur høvuðsstuðul hjá felagnum.