Tað var stórt trýst á Belgia undan dystinum í dag, tá teir møttu Írlandi.
Belgia tapti heldur skuffandi 2-0 móti Italia í fyrsta dystinum, og hóast at tapa móti Italia ikki er nøkur katastrofa, var tað mest belgiska avrikið í tí dystinum, sum var fyri stórum atfinningum aftaná.
Men Belgia reisti seg í dag. Við sannførandi avriki vunnu teir ikki minni enn 3-0 móti Írlandi.
Tað var serliga í seinna hálvleiki at Belgia gjørdist sannførandi, tí støðan í hálvleikinum var 0-0.
Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik, skoraði Romelu Lukaku til 1-0 til Belgia. Lukaku tók væl móti bóltinum stutt uttan fyri brotsteigarmarkið, og smekkaði hann inn við handaru stong.
Eitt gott korter seinni, økti Belgia aftur. Eftir eitt innlegg úr høgru síðu, kom Axel Witsel at standa væl fyri inni í feltinum, har hann við góðum høvdara skoraði til 2-0 til Belgia.
20 minuttir fyri leiklok punkteraði Belgia av álvara dystin. Eftir frálíkt upplegg frá Eden Hazard, skoraði Romelu Lukaku til 3-0, sum eisini varð endaliga úrslitið.
Belgia liggur nú á øðrum plássi í bólki E, trý stig aftanfyri Italia, og tvey stig frammanfyri Svøríki og Írland sum liggja ávikavist nummar trý og fýra.
Belgia – Írland 3-0 (0-0)
1-0 Romelu Lukaku, 48.
2-0 Axel Witsel, 61.
3-0 Romelu Lukaku, 70.