Sannførandi NSÍ sigur

Í morgin hittast Formula liðini hjá HB og NSÍ í Gundadali. Í dag hittust næstbestu liðini hjá somu feløgum við Løkin í Runavík. Eingin ivi var um, at NSÍ var betra liðið, og tað sást aftur á úrslitinum.

NSÍ vann 5-1, eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Stóri málskjúttin hjá NSÍ var Fróði Jóannesarson, sum tríggjar ferðir setti bóltin í HB málið. Tað fyrsta til 1-0 í 19. minutti, tað til 3-0 tíðliga í 2. hálvleiki og málið til 5-0, tá ið tað restaði eitt lítið korter.

Unglingaspælarin Øssur Dalbúð skoraði til 2-0 eftir ein stóran hálvan tíma, og Sonni L. Petersen skoraði til 4-0, tá ið ein tími var farin.

Høgni Joensen minkaði um munin til 5-1, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

Støðan eftir 6 umfør: B68 hevur 16 stig, FSV04 hevur 13 stig, ÍF 11 stig, LÍF og TB 10 stig, NSÍ 9 stig, HB og KÍ hava 6 stig, og SÍ og B36 gava 3 stig.