Føroyar hava í dag avrikað tað, sum fótbóltslandsliðið ongantíð áður hevur megnað. Føroyar hava í Kórinn høllini í Kópavági vunnið 2-1 á Íslandi.
Støðan var 2-0, tá ið teir fóru at hvíla seg.
Føroyski liðformaðurin og miðvallarin, Fróði Benjaminsen, legði Føroyar á odda eftir 21 minuttir, og tríggjar minuttir undan steðginum vóru íslendingar so óhepnir, at teir gjørdu sjálvmál.
Í báðum førunum var tað Súni Olsen, sum úr høgru legði frísparksinnlegg í brotsteigin. Ísland minkaði um munin, tá ið vanliga leiktíðin var farin.
Heðin Askham, sum er annar av venjarunum hjá U-21 landsliðnum, og sum bara hevur sáttmála við FSF um henda eina a-landsdystir, hevði sýnt nógvum ungum spælarum álit, og teir livdu fult og heilt upp til álitið frá venjaranum.
Serliga í 2. hálvleiki gekk nógv fyri seg á føroysku hálvuni. Men tað var sjáldan, at íslendingar vóru vandamiklir, og tá ið teir onkra ferðina vóru í góðum støðum, so vísti Gunnar Nielsen satt stórspæl í føroyska málinum. Ein knappur minuttir var farin av longdu leiktíðini, tá ið íslendingar umvegis stólparótina minkaðu um munin.
Føroysku spælararnir vóru tættir og væl skipaðir í verjupartinum, og tá ið Føroyar fingu fatur á bóltinum, so sýndu ungu og óroyndu menninir stórt sjálvsálit og gott spælskil.
Føroyar: Gunnar Nielsen, Manchester City ? Jónas Þór Næs, NSÍ, Johan Troest Davidsen, NSÍ, Egil á Bø, EB/Streymur, Einar T. Hansen, NSÍ ? Símun Samuelsen, Keflavík, Bogi Løkin, NSÍ, Fróði Benjaminsen, HB, Súni Olsen, Víkingur, Gudmundur Nielsen, EB/Streymur (Christian R. Mouritsen, HB, 62.) ? Andreas Lava Olsen, Víkingur (Páll M. Joensen, HB, 79.).
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: René Tórgarð, EB/Streymur, Odmar Færø, Brøndby, Levi Hanssen, EB/Streymur, Høgni Madsen, NSÍ, Kristoffur Jakobsen, KÍ.
Venjari: Heðin Askham
Ísland: Stefán Logi Magnússon, KR - Guðjón Árni Antoníusson, Keflavík, Bjarni Ólafur Eiríksson, Valur, Atli Sveinn Þórarinsson, Valur, Guðmundur Reynir Gunnarsson, GAIS (Blikinn Kristinn Jónsson, 75.) - Rúrik Gislason, Viborg FF (Guðmundur Kristjánsson, 79.), Jónas Guðni Sævarsson, KR, Davíð Þór Viðarsson, liðformaður, FH (Matthías Guðmundsson, 79.) Eyjólfur Héðinsson, GAIS (Matthías Vilhjálmsson, 46.), Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Alkmaar (Óskar Örn Hauksson, 46.) - Guðjón Baldvinsson, GAIS (Gunnar Már Guðmundsson, 60.).
Venjari: Ólafur