SÍ-KÍF 3-0 (25-16, 25-09, 25-22):
Hesi bæði liðini eru javnt ung sum lið í meistaradeildini., men í mun til KÍF má sigast at SÍ hevur verið heppið við at hildið uppá teirra ungu og evnaríku leikarar. KÍF hevur mist nógv fólk, og hetta ávirkar teirra spæl nógv.
Hóast fyrsta sett byrjaði rímuliga javnt, sást stórur munur á liðunum. SÍ leikararnar megnaðu at spæla á einum væl hægri støðið, men nakað nógvir feilir, bæði í servum og álopi, settu tó sín dám á dystin. Hóast hesa sannroynd, eydnaðist tað sørvágskvinnum at halda munin og vunnu tær fyrsta settið 25-16.
Í øðrum setti kemur SÍ á odda heili 10-0, og tá er settið í roynd og vera avgreitt. SÍ venjarin vekur síðani at seta yngri kreftir inn, og tær svíkja ikki givið álit, og eru við til at avgera settið fyri heimaliðið. Heili 25-09 endar settið, og SÍ sær øðiliga sterkt út í løtuni, og mugu teljast sum absoluttir favorittar til FM heitið og møguliga eisini steypafinaluvinnarar um miðjan næsta mánað.
Triðja settið byrja kvinnurnar úr Kollafirði væl betur, og í løtum vísa tær sera gott spæl í álopinum. Tað gevur sjálvsálit, og tá feilirnir hjá SÍ gerast heldur nógvir, sær tað dapurt út hjá heimaliðnum, men við hepnum útskiftingum, eydnast tað SÍ venjaranum at venda gongdini í dystinum, so at tær móti endanum fáa koppa gestunum og harvið vinna settið og dystin. Eitt skifti í triðja setti vóru KÍF á odda 17-15, men SÍ kom sterkt aftur og vann 25-22.