Sjáldan munnu orðini lygn og ósannindir hava verið so nógv nýtt í
føroyskapolitiska umhvørvinum sum í seinastuni. Eitt nú ákærir Høgni Hoydal formannin í Føroya Arbeiðarafelag fyri at grunda síni útsøgn á ósannindi, Sambandsflokkurin verður lagdur undir at bera ósannindi, og nú í seinastunihevur Javnaðarflokkurin fingið toyggið frá landstýrismanninum. Búskaparligu viðmerkingarnar frá flokkinum til Hvítubók verða kallaðarlygnir.
Høgni Hoydal vil hava at vita, hvør hevur skrivað viðmerkingarnar. Hetta erkanska skiljandi, men landsstýrismaðurin eigur at fyrihalda seg tilinnihaldið, og ikki persónarnar. Ein indeksútrokning er annars rættiliga einføld, og er ein spurningur um, hvørjar fortreytir man seturinn fyri vøkstur o.s.fr. Man kann altíð kjakast um fortreytirnar, men atkallaeina útrokning fyri lygn, átti landsstýrismaðurin at hildið seg ovgóðan til.
At vísa serfrøðingaargument aftur við onkrum ein t.d. hevur lisið á
einariheimasíðu er ikki serliga álitisvekjandi. Sambært 1999 árbókini hjá TheEconomist, so høvdu tey 4 skandinavisku londini (Noreg, Svøríki, FinlandogDanmark) ein miðalbúskparvøkstur uppá 1,75% um árið frá 1990 - 1996.Finlandlá lægst við 0,3% og Noreg lá hægst við 3,9%, Svøríki hevði 0,6% vøksturogDanmark, ið hevur havt nøkur góð ár í nítiárunum, hevði ein vøkstur uppá
2,2%. Lýgur The Economist, kundi ein freistast at spurt HøgnaHoydal. Atforútseta ein búskaparvøkstur uppá 2% langt fram í tíðina fyri Føroyar,ogharvið leggja Føroyar á ovastu rók millum grannalond, er serabjartskygt, ogtað tænir ikki nøkrum endamáli, at Høgni Hoydal sum politikkari gongurogsáar iva um hettar.
At tað ikki ber til at siga nakað um livistøðið í Føroyum við atliti tiltaðeinstaka húskið er ikki rætt. Tað ber altíð til at hyggja at
búskaparútlitunum hjá okkara størstu seljaralondum, og harútfrá siga
na kaðum, hvussu keypikraftin hjá húskjum í Føroyum minkar javnt við atlønirnarminka - lutfalsliga í hvussu so er. Tað er ein so grundleggjandi parturav avgerðargrundarlagnum fyri Føroya framtíð at tað vildi verið ábyrdarleyst ikki at hugt at hesum. Tað er ivaleyst rætt, at Høgni kemur í tíðarneyð,umalt skal gerast til lítar, men Føroya framtíð er meira týdingarmikil enn hettar valskeiðið. Hevur samgongan álit á, at teirra loysn er tað, ið Føroya fólk vil, so skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki at bíða eitt sindur
tiløll tøl eru komin á borðið.
Ein kundi annars spurt Høgna Hoydal, hvussu ber tað eitt nú til, at
livistøðið í Føroyum sambært Høgna Hoydal ikki lækkar, tá lønirnar í hvussu so er lutfalsvíst lækka, samstundis sum skattatrýstið í besta føri stendur í stað? Hesin spurningur er so grundleggjandi, at hann kann ikki vera gloymdur í Tinganesi.
Hvussu nógv vil borgarin fara niður í livistøði fyri fullveldi? Eitt ervist, at fellir livistøðið við eini skiftistíð uppá 20 ár, so versnarroknistykkið betýðiligt um skiftistíðin verður bert verður 10 ár ellauppaftur styttri enn tað.
Orðaskiftið um Hvítubók og sjálvstýri og fullveldi fer at halda fram komandi vikurnar. Bæði landsstýrið og andstøðan skylda Føroya fólki, sum skal taka støðu til málið seinni, atbrúka saklig og argument heldur enn at slongja um seg við orðum sumósannindir og lygn. Her mugu allir politikarar taka í egnan barm. Andstøðan kemur heldur ikki langt við bara at niðurgera Hvítubók. Hon er langt frá fullkomin, men hon eigur at metast sum eitt amboð, ið rúmar nógvum møguleikum. Hetta hevur løgmaður gjørt púra greitt.