Sannleikans tími hjá Liverpool og Barca

Í kvøld klokkan 19.45 spæla fimmfaldu europameistarnir, Liverpool ímóti Debrechen í Ungarn í bólki E í Champions League. Liverpool má vinna á Debrechen, og samstundis vóna, at fronsku Lyon fáa stig ímóti italsku Fiorentina í Firenze.

 

Vinnur Fiorentina, so er Liverpool úti av Champions League kappingini á hesum sinni.

 

Stórur spenningur er í bólki E, har bæði Barcelona, Inter, Rubin Kazan og Dynamo Kiev kunnu spæla seg víðari til 1/8 finaluna.

Verandi europameistarnir, Barcelona taka ímóti Inter Milan á heimavølli í kvøld klokkan 19.45. Tapir Barcelona, og vinnur russiska liðið, Rubin Kazan á Dynamo Kiev, so er Barcelona úti av kappingini.

 

Inter Milan kunnu tryggja sær eitt pláss í 1/8 finaluni við at vinna á Barcelona á Camp Nou í kvøld.

 

Báðir dystirnir vera vístir á Televarpinum í kvøld. Dysturin millum Barcelona og Inter sæst á rásini TV3+. Dysturin millum Debrechen og Liverpool sæst á rásini TV2 Sport. Kickoff er í báðum førum klokkan 19.45.