Sannleikans tími er komin

Vit fingu rætt í bankamálinum. Nú er sera umráðandi at allir flokkar á tingi standa saman. At Føroya Løgting ? bæði samgonga og andstøða ? eins og Føroya Landsstýri draga eina línu

Loksins fingu vit so frágreiðingina frá Bankakanningarnevndini. Úrslitið er, at føroyski illgrunin um, at danir hava svikað í bankamálinum verður dyggiliga staðfestur í teimum niðurstøðum, sum kanningarnevndin hevur gjørt. Kanningarnevndin staðfestur tó ikki nakra ábyrgd. Tað høvdu vit heldur ikki roknað við, tá hesin kanningarhátturin varð valdur, ella rættari sagt góðtikin frá føroyskari síðu. Tað arbeiðið er sostatt eftir enn.

Í frágreiðingini er nógv, sum bendir á, at talan hevur verið um eina væl fyriskipaða danska ráðagerð ímóti okkum føroyingum. Millum annað fáa vit at vita, at vit føroyingar hava verið mettir sum ein mótpartur í teimum samráðingum, ið hava verið millum donsku stjórnina og føroyska lands-stýrið øll hesi seinastu árini. Eisini fáa vit at vita, at føroyska heimastýrið ferð eftir ferð, við hóttanum, verður trýst at taka týðandi avgerðir við sera stuttum skotbrá. Somuleiðis staðfestir frágreiðingin, at Føroyabólkurin, sum okkum vitandi hevði umboð frá fleiri donskum ráðharrastovum, eisini hevði umboð frá Fíggjareftirlitinum og frá okkara egna Fíggingargrunni frá 1992, og at bólkurin hevði neyvt samstarv við danska stórbankan, sum við góðari hjálp frá Føroyabólkinum framdi svikið ímóti føroyska samfelagnum.

Fyribils bendir onki á, at kanningarúrslitið fær politiskar avleiðingar í Danmark, men fleiri røddir eru frammi við ábendingum um, at hetta eigur at fáa avleiðingar fyri danska embætisverkið. Møguleikin fyri eini tænastumannakanning av embætisverkinum er nevndur. Hetta haldi eg vera sera rímuligt og heilt náttúrligt. Júst hvørjar persónar ein tænastumannakanning eigur at fevna um, eri eg ikki førur fyri at siga, men embætismenninir í Fíggjareftirlitinum eiga ikki at sleppa undan. Heldur ikki dupultgangarin í Fíggingargrunninum frá 1992 og í Føroyabólkinum. Tað sama er at siga um dupultgangaran í Ráðgevandi nevndini viðvíkjandi Føroyum og í Føroyabólkinum. Annars haldi eg at allur Føroyabólkurin eigur at verða lagdur undir sjóneyku. Tað verður torført at byggja álitið millum Danmark og Føroyar uppaftur, um danskir politiskir myndugleikar ikki bera so í bandi, at hetta fær avleiðingar fyri tey, sum hava staðið aftan fyri hesa ráðagerð.

Eftir at vit hava fingið frágreiðingina frá Bankanevndini, er tað vorðið púra greitt, at vit føroyinga eiga at fáa eitt endurgjald úr Danmark, ið svarar til ein rímuligan part av tí, sum bankabjargingarnar hava kostað føroyska samfelagnum. Spurningur er bert, hvussu vit skulu fáa fatur á hesum endurgjaldi. Eigur hetta at verða gjørt við einum rættarmáli ella við politiskum samráðingum millum føroyingar og danir. Tann fyrra møguleikan eiga løgfrøðingar at meta um. Vit hoyra longu nú, at fleiri løgfrøðingar bæði í Danmark og í Føroyum eru sera ivasamir. Tí spurningurin er hvør skal reisa endurgjaldskravið ímóti danska stórbankanum. Formliga er tað Fíggingargrunnurin frá 1992 sum er snýttur. Men hinvegin spældi formaðurin í grunninum við í sjálvari ráðagerðini ímóti føroyingum. Hann visti alt. Tí verður eitt rættarmál helst sera trupult. Hin møguleikin er so politiskar samráðingar millum føroyingar og danir.

Annars tykist alt orðaskiftið at snúgva seg um partabrævaumbýtið og keypið av Føroya Banka, meðan spurningurin um, hví tað gjørdist neyðugt at bjarga Sjóvinnubankanum bæði eina og tvær ferðir, tykist at vera gloymdur. Tað er eisini ein spurningur, um tað var rættvíst, at Fossbankin fór á húsagang. Tá vit nú, við støði í frágreiðingini hjá Bankakanningarnevndini, kenna leiklutin hjá Fíggjareftirlitinum, er orsøk at seta spurnartekin við bæði bjargingarnar av Sjóvinnubankanum og við húsagangin hjá Fossbankanum. Fíggjareftirlitið syrgdi nevniliga fyri, at øll virðini aftanfyri útlánini hjá føroysku peningastovnunum, vórðu niðurskrivað. Hetta førdi til kravið um peningainnspræning í Sjóvinnubankan. Og seinni førdi hetta til at Fossbankin fór á húsagang.

Umframt at fáa endurgjald frá Den Danske Bank fyri partabrævaumbýtið, og seinni fyri keypið av Føroya Banka, kann tað eisini verða ein spurningur um endurgjald frá danska ríkinum fyri tað, at Fíggjareftirlitið metti virðini aftan fyri útlánini hjá bankunum so lág, at tað gjørdist neyðugt hjá landskassanum at geva Sjóvinnubankanum bæði eina og tvær peningainnspræningar uppá tilsamans hundraðtals milliónir. Hetta eru spurningar, sum vit eisini eiga at hava í huga, nú endurgjaldsspurningurin verður viðgjørdur.

Men fram um alt er tað sera umráðandi, at vit føroyingar nú standa saman, og eru fullkomuliga samdir um tað, sum víðari skal henda í málinum. Allir flokkar á tingi eiga at standa saman. Føroya Løgting og Føroya Landsstýri eiga at draga eina línu. Fyri at røkka hesum máli er tað neyðugt at landsstýrið og umboð fyri allar flokkar á tingi fara til samráðingar-borðið.


  Tann 19. januar 1998

  Vilhelm Johannesen