Ísansgarður latin uppaftur

Nú er aftur gistingarhús á Sandi. Tað er Ísansgarður, sum hevur latið uppaftur við nýggjum leiðara. Nýggj kaffistova letur eisini upp í dag

Gistingarhús

Sandi:Gistingarhúsið Ísansgarður á Sandi lat upp aftur tann 1. apríl. Í dag letur kaffistovan eisini upp.
Tað er Tóra Jensen á Sandi, sum hevur latið Ísansgarð uppaftur sum »Ból og bita«, sum er føroyska heitið fyri tí betri kenda »Bed and Breakfast«. Tóra hevur drúgvar royndir innan tænastuøkið..
Umframt at hava liggjandi gestir, letur Tóra eisini kaffistovu upp í Ísansgarði í dag. Fyribils verður bert opið um vikuskiftini, men frá1. juni verður opið hvønn dag.
Á kaffistovuni verður møguleiki fyri at keypa sær onkra lættari máltíð so sum salat, tvíflísir ella mikrobylgjuovnsdøgurða, sigur Tóra Jensen.
Hon sigur, at fyrstu tíðin, tá opið er um vikuskiftini, eru tíðirnar soleiðis, at opið er leygardag frá 10 - 17, og sunnudag frfá 14 - 17.
Hon hevur serliga havt í huganum ítróttarfólk og viðhaldsfólk hjá teimum, sum koma til Sands at kappast, soleiðis at tey kunnu fara inn onkunstaðni, meðan bíðað verður undan og eftir dyst.
Ísanagarður er gamalt, hugnaligt hús nakað innalaga í Sands bygd. Har er barnavinarligt umhvørvi, eins og væl liggur fyri at gera útferðir. Oyggin er sera væl egnað soleiðis, og stutt er av Sandi til eitt nú Gróthúsvatn, Søltuvíkar ella fyri tann skuld oman á Mølheyggjarnar, sum eru einastu av sínum slagi í landinum. Eisini hava sandingar nú fleiri útgrevstrar at vísa á, um áhugi skuldi verið fyri tí.
Ikki minst eru Sandsvatn og fótbóltsvøllurin inni í Dalinum, sum fólk kunnu vitja.
Í Ísansgarði eru níggju kømur, sum øll eru roykfrí, sigur Tóra Jensen. Somuleiðis eru uppihaldsrúmini eisini roykfrí.
Húsið er í góðum standi. Wc og bað er til eitt av rúmunum. Hini mugu so klára seg við tveimum felags toilettrúmum, sum eru nýístandsett, greiðir Tóra Jensen frá.