Sansir geva tøknini innihald

Tøknin fær eitt innihald, og boðskapurin fær eitt snið, sum talar til sansirnar. Heimasíðuskipanin hjá Sansum leggur stóran dent á vanligt skil og bulsterkan bygnað

Innihaldsliga innbjóðandi, framkomin og brúkara-vinarlig. Tað eru gandaorðini í heimasíðuskipanini hjá Sansum, sum eisini eru farnir inn á KT-økið. Tað ræður um at geva tøknini eitt menniskjaligt andlit og innihald, er boðskapurin hjá Høgna Rasmussen, stjóra á Sansum.

Sansir byrjaðu sum eitt reklamuvirki í 1997. Við tíðini hevur virksemið ment seg til at fevna um aðrar partar, og í dag kalla Sansir seg eitt samskiftisvirki, ið loysir uppgávur fyri fólk. Sansir hjálpa virkjum og stovnum at bera fram boðskap sín soleiðis, at samsvar er millum samskifti og samleika.

Heimasíðan er ein náttúrligur miðil hjá stovnum og virkjum í dag. Frá einum einvegis samskifti frá virki til móttakara verða slúsurnar opnaðar fyri samskifti báðar vegir, og tí hava tvey dugnalig fólk hjá Sansum lagt stóra orku í at menna eina heimasíðuskipan, eina CMS-skipan, sum er løtt at læra og brúka.

Grundhugsanin er, at tað ikki skal vera tekniskt krevjandi at umsita heimasíðuna. Harafturat verður stórur dentur lagdur á ein greiðan bygnað. Hugsað verður logiskt og pedagogiskt, tá ið síðan verður bygd, og síðurnar verða lagaðar til ítøkiliga tørvin hjá virkjum og stovnum. Heimasíðuskipanin er bygd upp av einari grundskipan, sum kann byggjast út eftir tørvi. Vilja fólk hava ein kalendara, so fáa tey tað, men eingin orsøk er at gera ein tíðindapart, um hann ikki verður hildin viðlíka kortini.
Ein heimasíða skal eisini síggja gott út og hava eitt innihald. Tí hava Sansir ta styrki fram um onnur, at virkið hevur ein serkunnleika til at forma innihaldið. Sansir kunnu tískil geva heimasíðuni ein skilvísan bygnað og eitt snotuligt snið. Harafturat starvast fólk á Sansum, sum burturav fáast við tað innihaldsliga, bæði tekst og myndir, um tørvur er á tí.

Skipanin hjá Sansum kann arbeiða saman við øðrum skipan-um. Eitt nú kann hon arbeiða saman við innanhýsis skipanum og gjaldskipanum, so til ber at keypa við gjaldkortum á heimasíðuni. Hjá Kalli kanst tú keypa á heimasíðuni, síggja nýtsluna og fylla á fartelefonina, og hjá Atlantic Airways kanst tú til dømis síggja, um flýgvarin er lendur, um hann er ávegis ella seinkaður.

Sansir hava gjørt eina serliga skipan til kommunur. Tørvurin hjá miðalstórum kommunum er kannaður í smálutir, og tí er skjótt og lætt hjá Sansum at laga nýggjar skipanir til kommunur, sum liva upp til øll krøv um opinleika og annað. M.a. Sandavágs kommuna hevur heimasíðuskipanina hjá Sansum, og nøgdsemið er stórt.
Stovnað: 1996
Stjóri: Høgni Rasmussen
Starvsfólk: 11
Virksemi: Heimasíðuloysnir og samskifti