Santorum vunnið í tveimum statum

Fyrrverandi Pennsylvania-senatorurin Rick Santorum vann í nátt uppstillingarvalið hjá republikanarunum í suðurstatunum Alabama og Mississippi.

Í Alabama fekk Santorum 35 prosent av atkvøðunum, og Newt Gingrich og Mitt Romney fingu 29 prosent í part. Í Mississippi var uppaftur meiri javnt. Har vann Santorum við 33 prosentum, Gingrich fekk 31 og Romney 30.

Eygleiðarar í USA siga, at úrslitið í teimum báðum suðurstatunum kemur Newt Gingrich illa við, tí hetta var næstan hansara seinasti møguleiki at fóta sær í kappingini við hinar. Hinvegin verður úrslitið mett sum ein sera týðandi sigur til Rick Santorum.

-Stundin er komin, til at vit konservativu standa saman. Tilnevna vit eitt konservativt valevni, kunnu vit vinna á Barack Obama, segði Santorum í takkarrøðuni í nátt.