Fótbóltur
Tað er neyvan nakar ivi um, at Santos seinnu árini hevur verið besti vinstri bakkurin í føroysku fótbóltslandskappingini. Áðrenn hann kom til B36, var hann hjá Frem í donsku 1. deild, og nú hyggur Fremad Amager so eftir, hvørt talan er um spælara, sum teir vilja knýta at felagnum til komandi kappingarár.
Hesa vikuna er Santos til royndarvenjingar hjá danska felagnum.
Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn, sigur, at teir í løtuni ikki arbeiða við nøkrum spælara, sum skal koma í hópin fyri Santos.
- Vit hava eina avtalu við Alex, har hann skuldi fáa møguleika at royndarvenja uttanlands. Skuldi tað verða, so er just hendan vikan tann rætta fyri okkara viðkomandi. Við UEFA-Cup uppgávunum fyri framman, verður talan als ikki um summarsteðg hjá okkum, og tí hava vit valt at taka okkum av løttum hesa vikuna. Hvat spyrst burtur úr royndarvenjingini vita vit ikki, men her og nú fara vit so ikki at leita okkum eftir styrki, sigur Kristjan á Neystabø.