17. Mars verður ein heldur forkunnug konsert í Spaniastovu, tá ið Steintór Rasmussen og danska Sara Grabow hittast til eina felags konsert.
Sara Grabow er dóttir Sebastian. Hon hevur útbúgving sum sangari frá Rytmisk Musikkonsertvatorium. Sara hevur seinnu árini saman við manni sínum Thomas Raae myndað bólkin mitbandditband.
Sum yngri hevur hon onkuntíð verið kórgenta hjá pápa sínum, men hevur annars staðið á egnum beinum.
Sum dóttir Sebastian hevur hon gott í at bregða, og fer hon óivað at seta sín dám sum gestasangari á hesari konsertini
Steintór er ein av Føroya bestu sangskrivarum og hevur nýliga givið út eina solo fløgu. Løg úr nýggju fløguni hjá Steintóri verða framførd hetta kvøldið í Spaniastovu.
Hetta skriva fyrireikararnir á Facebook. Tù kanst lesa meira um tiltakið her: