Sarah Mahfoud fær hjálp frá flakatrolara

Boksarin hevur føroyskan stuðul við sær til stórdystin í kvøld

Í kvøld skal Sarah Mahfoud boksa um fýra HM heiti í stórdysti ímóti Amandu Serrano í Manchester Arena. Pláss eru fyri 21.000 áskoðarum, og dysturin verður sjónvarpaður kring heimin.

 

Sarah Mahfoud hevur ein heldur øðrvísi stuðul við sær til dystin.

 

Reiðaríið JFK í Klaksvík er stuðul hjá boksaranum, og bæði búmerkið hjá JFK og navnið á flakatrolaranum »Gadus«, ið reiðaríið eigur, standa á troyggjuni hjá Sarah Mahfoud.

 

Hetta má helst verða fyrstu ferð, at ein føroyskur trolari stuðlar boksara í altjóða stórdysti.

 

Dysturin millum Sarah Mahfoud og Amandu Serrano kann síggjast á sjónvarpsrásini TV3 Sport og á Viaplay. Tey byrja at senda kl. 20.45