Sarah Mahfoud noydd at sleppa dysti fyri at sleppa til HM

Føroyski boksarin í Danmark, Sarah Mahfoud, hevur fingið boð um at sleppa ætlaða dystinum 13. januar fyri at varðveita ein stóran HM-dyst.

 

Tað skrivar Danish Fight Night í tíðindaskrivi.

 

Dysturin 13. januar var ein WBC-dystur (World Boxing Council) ímóti ósigraðu Michela Braga.

 

WBC hevur givið fyriskiparanum hjá Saru Mahfoud eini kravboð um, at føroyski boksarin skal sleppa dystinum 13. januar fyri at varðveita støðu sína sum almennur avbjóðari til komandi HM dystin ímóti Skye Nicolson.

 

##med2##