SARS serliga vandamikið fyri eldri fólk

Vandin fyri at doyggja av sjúkuni SARS er nógv størri enn hildið, og vandin er størri, tess eldri sjúklingurin er.

Kanningar hjá bretskum granskarum vísa, at vandin fyri at doyggja av sjúkuni SARS er nógv størri, enn granskarar higartil hava hildið.

-Vit halda, at tað er 13 prosent sannlíki fyri at doyggja av sjúkuni, um sjúklingurin er niðan fyri 60 ár, men er hann eldri enn 60, er tað millum 43 og 55 prosent sannlíki fyri, at hann doyr, sigur Christi Donnely, professari á Imperial College í London, sum hevur staðið fyri kanningunum saman við granskarum í Hongkong.

Kanningarúrslitið víkir nógv frá tí, sum heimsheilsustovnurin WHO fyrr hevur sagt. Sambært WHO er tíggju prosent sannlíki fyri, at fólk, sum fáa SARS, doyggja av sjúkuni.