SAS aftur fyri óhappi

Eitt SAS-flogfar neyðlendi í Litava í nátt. Flogfarið var av sama slagi sum tað, sum neyðlendi í Aalborg Flogfarið var á veg úr Keypmannahavn til Palanga í Litava, men noyddist at neyðlenda á flogvøllinum í Vilnius. Eitt av ferðafólkunum sigur við svenska blaðið Dagens Nyheter, at flogfarið hevði trupulleikar við hjólunum.

48 ferðafólk vóru við flogfarinum, og manningin taldi fýra. Eingin fekk skaða.

Flogfarið var av slagnum Dash 8 og sostatt av sama slagi sum SAS-flogfarið, sum neyðlendi í Aalborg sunnudagin. Eftir óhappið í nátt hevur SAS gjørt av at steðga allari flúgving við Dash 8-flogførunum fyribils.