Eitt SAS-flogfar, sum var á veg úr Billund í Danmark til Oslo í Noregi, fekk tekniskar trupulleikar, meðan tað var á flogi og noyddist tískil at trygdarlenda á flogvøllinum í Ålborg.
- Ein ódramatisk trygdarlending hevur verið í Ålborg Lufthavn, tí eitt flogfar fekk trupulleikar við einum generatori, sigur Knut Morten Johansen, talsmaður hjá SAS, við norsku heimasíðuna, VG.
Í flogfarinum vóru 24 ferðafólk, og manningin taldi fýra. - Ferðafólkini fáa okkurt leskandi á flogvøllinum og fáa síðan nýggjan flutning heim til Oslo. Vit harmast hendingina, men tryggleikin kemur í fyrstu røð, sigur talsmaðurin.