Eitt íslendskt flogfar, sum flýgur fyri SAS, fekk í dag tekniskar trupulleikar og noyddist at venda aftur Flogfarið var á veg úr Kastrup til Rom við 115 ferðafólkum, tá flogskiparin boðaði frá, at flogfarið hevði tekniskar trupulleikar.
Avgjørt varð, at flogfarið skuldi venda aftur til Kastrup, har tað setti seg í øllum góðum.
SAS fer nú at kanna, hvat bagir flogfarinum, sum íslendska felagið Jetx eigur.