93 prosent av donsku flogskiparunum hjá SAS, sum hava atkvøtt um nýggjan sáttmála, hava sagt ja til sáttmálan, sum millum annað merkir longri arbeiðsdagar og lægri løn.
Tað upplýsir Dansk Metal í morgun. Flogskipararnir kundu atkvøða ja ella nei til nýggja sáttmálan fram til á midnátt í gjár.
Eisini flogskipararnir í Svøríki og Noreg hava sagt ja til sáttmálan.
Tað var eftir truplar samráðingar í mánaðir, at SAS og flogskiparar í verkfalli hjá SAS Pilot Group at enda funnu semju um sáttmálan tann 19. juli. Tað fekk enda á verkfallinum, sum hevði vart í tvær vikur.
/ritzau/