SAS-fogfar við 84 fólkum úr Afganistan lent í Keypmannahavn

Reyð Krossur skal hýsa fólkum, sum er flutt burtur úr Afganistan, sum í dag eru komin til Danmarkar.

Myndir: Nils Meilvang/Ritzau Scanpix

Eitt SAS-flogfar við 84 fólkum, sum eru flutt úr Afganistan er í dag lent í Københavns Lufthavn.

 

Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri, fegnast:

 

– Eg eri fegin um at kunna vátta, at vit nú hava fingið eitt flogfar við 84 fólkum, sum eru flutt úr Afganistan, á trygga grund í Danmark, skrivar hann á Twitter.

 

Umborð á flogfarinum eru fyrst og fremst afganar, sum hava arbeitt fyri donsku sendistovuna, og farmiljur teirra.

 

Flogarið lendið mánadagin í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad. Islamabad er støð fyri evakueringina av dønum og starvsfólki hjá dønum úr Afganistan.

 

Har komu tey 84 fólkini umborð á flogfarið, sum í fyrstu syftu fleyg til Dubai og haðan víðari móti Keypmannahavn.

 

Flytingin av dønum og afganum úr Afganistan heldur fram, upplýsir Jeppe Kofod.

 

– Tiltakið er enn í gongd, og vit arbeiðasta við fullari ferð fyri at flyta tey síðstu starvsfólkini, tulkar og aðrar bólkar úr Kabul, skrivar hann í tweetinum.

 

Við komuna til Københavns Lufthavn tóku ymsir myndugleikapersónar ímóti teimum.

 

##med2##

 

Tey skulu millum annað skrásetast, eins og teimum verður boðið kreppuhjálp, upplýsir Uttanríkisráðið.

 

Reyði Krossur skal standa fyri at hýsa fólkunum, upplýsir Anders Ladekarl, aðalskrivari.

 

­– Vit taka væl ímóti afganum, sum nú koma til Danmarkar, og syrgja fyri, at onkur er at hjálpa teimum viðeini heitari song og øðrum teimum tørvar.

 

– Vit vita jú enn ikki, hvat tey hava við, so vit eru fyrireikað upp á eitt sindur hvørjum, sigur hann.

 

Ein breið politisk avtala tryggjar, at afgansk starvsfólk og familjur teirra kunnu vera í tvey ár í Danmark.

 

Teg kunnu søkja um uppihaldsloyvi sambært útlendingalógini, tá tey koma til Danmarkar.

 

##med3##

 

Fyrsta flogfarið við fólkum, sum eru flutt úr Afganistan, lendi í Keypmannahavn í gjáramorgunin. Tó vóru tó eingir danir við. Ferðafólkini vóru 14 norðmenn og ein persónur við uppihaldsloyvi í Danmark.

 

Roynt hevur verið at flyta fólk úr Afganistan, síðani hernaðarliga islamistiska rørslan, Taliban, sunnudagin tók valdið yvir afganska høvuðsstaðnum, Kabul.

 

Sunnudagin boðaði afganski forsetin, Asharf Ghani, at hann var flýddur úr landinum. Sambært honum fyri at sleppa undan blóðbað.

 

/ritzau/

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Nils Meilvang/Ritzau Scanpix

 Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri, upplýsir, at eitt flogfar við 84 fólkum, sum eru flutt úr Afganistan, er lent í Keypmannahavn. (Arkivfoto). - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix